Video: Frá niðurslitnum skúla til nútímans universitet

Landsverk.fo hevur eina lýsing av, hvat ætlanin er at gera við Venjingarskúlan, sum m.a. er partur av komandi kampusætlanini.

 

Landsverk.fo skrivar soleiðis:

 

Arkitektur og verkætlanarleiðari, Bárður í Baianstovu, greiðir frá pørtum av Kampusætlanini, sum skal tryggja nútímans karmar til lesnað og gransking.

 

Í staðin fyri at ríva gamla venjingarskúlan niður og byggja nýtt, er valt at varðveita, tillaga og bjarga bygningin og geva honum nýtt lív sum ein framtíðartryggjaður universitetsbygningur. Henda gongdin er meira burðardygg, tí verandi bygningar verða í stóran mun gagnnýttir.

Hetta arbeiðið er fyrsti partur í Kampusætlanini.

 

Video er at síggja jer: Video: Frá niðurslitnum skúla til nútímans universitet