KA misti oddasessin í niðara endaspælinum

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir eru sjey stig røttumegin niðurflytingarstrikuna

Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum í 61 minuttir, tá lið hansara, KA Akureyri á Varmá leikvøllinum í Mossfelsbær spældi dyst móti Afturelding í niðara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Tá Jóan Símun fór av vøllinum var KA á odda 1-0 við einum máli Hallgrímur Mar Steingrímsson skoraði átta minuttir undan steðginum. 12 minuttir aftaná Jóan Símun var farin av vøllinum hevði Afturelding skotið trý mál, og lagt seg á odda 3-1. Ívar Örn Árnason fekk minkað um munin til 2-3 stutt undan dystarloki, men nærri kom KA ikki einum stigi.

 

KA er næstfremst í niðara endaspælinum við 32 stigum nú tríggir dystir eru eftir at spæla. ÍBV er fremst við 33 stigum. KA hevur sjey stig niður til næstaftasta liðið, ið er júst Afturelding við 25 stigum. Níggju stig eru eftir at spæla um, so tað skal nógv ganga galið um KA skal koma í niðurflytingarvanda. 

 

Komandi sunnudag klokkan 15 hevur KA dyst á heimavølli móti Vestri, ið hóast teir eru steypavinnarar eru bert tvey stig omanfyri liðini, ið flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina.