Vágur er kend sum nýggjársbygd framum aðrar, og nú er farið undir seinastu fyrireikingarnar.
Í dag kom báturin, ið skal brennast á nýggjárinum, á staðið, har stóra bálið verður, nevniliga á Trýkantin.
Næstu dagarnar verður farið undir at prýða bátin, og oftast er hetta í víkingasniði. Vanliga er tað Jakob Skaaning, ið stendur fyri hesum.
Annars er alt á skránni á nýggjárinum í Vági, sum plagar at vera, t.d. stór kyndlagonga, bál, fýrverk, ið óivað ikki hevur sín líka í Føroyum, og so stórdansur vesturi á Eiðinum, har fleiri bólkar fara á pall.










