Í kvøld, týskvøldið hin 30. desember, verður aftur skipað fyri rekkjukoyring í Sandoynni. Hetta er eitt hugnaligt tiltak har tey, sum eru við, fáa eina festliga løtu saman, og áskoðarar sleppa at síggja nakrar vælpyntaðar bilar.
- Hetta er eitt kvøld fylt við lívi, góðum stemningi og flottum bilum, og øll - bæði í Sandoynni og aðrastaðni - eru hjartaliga vælkomin at luttaka, siga tey, sum skipa fyri rekkjukoyringini í Sandoynni í kvøld.
Fyrireikararnir, sum eru systkini, Andrea Tungá og Jógvan Finnur Thomsen, gleða seg saman við øðrum, sum verða við, at síggja nógvar og vælpyntaðar bilar, bæði stórar og smáar.
- Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, bæði tykkum, sum koma at koyra og øll, sum vilja sígga pyntaðu bilarnar í bygdunum - heilt úr Skopun, til Sands, Húsavíkar og Skálavíkar og heimaftur til Skopunar.
Byrjað verður sum altíð á Skopunarkai, og haðani verður koyrt runt í bygdini í Skopun, áðrenn leiðin verður løgd til Sands. Eisini á Sandi verðu koyrt í einari rutu gjøgnum bygdina, har steðgað verður niðri við havnarlagið eina løtu.
- Síðan verður farið eystureftir – fyrst til Húsavíkar og síðan til Skálavíkar, og rekkjukoyringin endar aftur í Skopun. Túrurin tekur smáar tveir tímar tilsamans, og í Skopun verður flottasti bilurin funnin, og vinnarin fær eina virðisløn.
Fyrireikararnir siga, at við stuðli frá Skopunar kommunu verður smyrjibreyð at fáa á Skopunarkaj frá klokkan 21 í kvøld, og til koyringin byrjar klokkan 22.
##med2##
- Vit vilja samstundis minna á reglurnar fyri koyringini, har tað ikki er loyvt at hava blá blink-ljós á pyntaðu bilunum. Heitt verður eisini á øll, sum verða við í rekkjukoyringini, um at vísa virðing og koyra varisliga.
Lagt verður aftrat, at skuldi tað hent seg, at løgregla, sjúkrabilur ella onnur neyðsendaraakfør eru á vegnum, meðan rekkjukoyringin er, verður heitt á bilførarar um at taka serlig atlit.
- Vit gleða okkum til eina góða og trygga rekkjukoyring saman í Sandoynni í kvøld, har byrjað verður at koyra á Skopunarkai klokkan 22, siga Andrea Tungá og Jógvan Finnur Thomsen.











