KÍ og Víkingur hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó hittast liðini í finaluni um løgmanssteypið, leygardagin 31. oktober.
KÍ vann tveir teir fyrstu dystirnar, meðan tann triði endaði við málleysum javnleiki.
Sostatt gjørdist úrtøkan í hesum trimum innanhýsis dystunum sjey stig til KÍ, og eitt stig til Víking.
Samlaða málúrtøkan gjørdist 3-0 til KÍ. Verandi meistararnir skoraðu sostatt ikki móti KÍ í hesum kappingarárinum.
KÍ-Víkingur 0-0 - 15. september
Víkingur-KÍ 0-1 (0-0) - 3. juli
0-1 Daniel Johansen (64.)
KÍ-Víkingur 2-0 (1-0) - 12. apríl
1-0 Páll A. Klettskarð (28.)
2-0 Patrik Johannesen (82.)
Kelda: FaroeSoccer