Bill og B68 steðga samstarvi

Bill McLeod Jacobsen gevst sum venjari hjá B68. Hetta ger hann sjálvur greitt á Facebook, har hann takkar fyri góða samstarvið við felagið

Í viðmerking skrivar Bill McLeod Jacobsen soleiðis: »5 ½ ár er long tíð hjá einum fótbóltsvenjara. Men hetta hevur verið ein lærurík tíð á Svangaskarði og ein spennandi process at byggja eitt nýtt lið upp frá grundini. B68 hevur verið eitt gott arbeiðspláss við dugnaligari leiðslu. Takk til øll kring felagið fyri góð og minni góð orð. Spennandi er hvat ið framtíðin hevur at bjóða«.
Sostatt er greitt, at Bill McLeod Jacobsen gevst sum venjari hjá B68. Hvar og nær hann kemur at vera venjari framyvir tykist ógreitt. Greitt er tó, at Bill skal til Moldova við U21-landsliðnum í næstum.
B68 liggur í løtuni nummar seks í Vodafonedeildini. Besta úrslitið hjá Bill var í 2008, tá B68 endaði nummar fimm eftir at hava ligið heilt frammi ígjøgnum stóran part av árinum. Bill McLeod Jacobsen var eisini kosin ársins venjari sama ár.