Bilur koyrdi á prutl á Toftum

Ein drongur á prutli endaði á sjúkrahúsi eftir ferðsluóhapp

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Toftum, har ein bilur koyrdi á eitt prutl.

Drongurin á prutlinum fekk ávísar snuddir bæði á kropp og andlit og var fluttur á Landssjúkrahúsið.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at bilurin koyrdi tvørtur um vegin og snaraði inn fyri prutlið, tá óhappi hendi.

Hetta málið verður kanna nærri, men fyribils er bilførarin skuldsettur í málinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.