Bilur út av á Signabø

Í morgun fór ein bilur út av vegnum inni í bygdini á Signabø

Um hálvgumsjey tíðina í morgun fór ein bilur út av vegnum inni í bygdini á Signabø.

Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at bilurin er illa farin, hann gjørdist vrak. Fólkini vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Enn er ikki greitt, hví óhappið hendi, men førarin verður avhoyrdur um eina løtu, sigur vaktleiðarin á politistøðini.