Italska løgreglan hevur handtikið sjey fólk, sum eru skuldsett fyri at hava sent umleið sjey milliónir evrur (52 milliónir krónur) til felagsskapir, sum hava samband við hernaðarligu palestinsku rørsluna Hamas í Gaza.
Hetta upplýsir løgreglan sambært tíðindastovuni AFP.
Alment hava teir ákærdu savnað inn pening til "menniskjalig endamál til fyrimuns fyri palestinska fólkið" gjøgnum fleiri felagsskapir.
Men 71 prosent av teimum peningum, sum eru savnaðir inn, hava verið markaðir til virksemi hjá Hamas ella til bólkar, sum hava samband við rørsluna, upplýsir løgreglan.
Umframt tey sjey fólkini, sum eru handtikin, eru tvey onnur undir illgruna. Tey eru ikki í varðhaldi hjá løgregluni og verða hildin at vera uttan fyri Italia.
Italia hevur tí givið altjóða handtøkuboð eftir teimum.
Tilsamans eru tríggir stovnar kannaðir í málinum.
Sambært løgregluni sendu tey tær sjey milliónirnar evrurnar til "feløg við heimstaði í Gaza, palestinsku økjunum ella Ísrael, sum eru ogn, stýrd ella knýtt at Hamas".
Sambært fleiri miðlum er ein av teimum handtiknu Mohammad Hannoun, sum er forseti í palestinska felagsskapinum í Italia.
Innanríkisráðharrin í Italia, Matteo Piantedosi, skrivaði á X, at løgreglan hevur avdúkað "atferð og virksemi, sum hevur verið frammi sum virksemi til gagns fyri palestinska fólkið, men sum hevur fjalt stuðul til og luttøku í yvirgangsfelagsskapum av islamistiskum slag".
– Hetta er ein vandi, sum okkara stjórn er sera tilvitað um, skrivar hann.
Undir krígnum í Gaza hava gávur verið savnaðar inn í millum annað Italia til fólkið í palestinska økinum.
Ísrael fór undir kríggið sum svar uppá álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Tvey ár seinni samdust Ísrael og Hamas um fyrsta stig av vápnahvíld. Vápnahvíldin kom í gildi 10. oktober.
Hamas er á bæði ES- og amerikanska yvirgangslistanum. Rørslan hevur havt valdið í Gaza síðani 2007.
/Ritzau/










