Bondevik: Raktu mitt í hjartað

Kjell Magne Bondevik, fyrrverandi forsætisráðharri í Norra og nú nevndarformaður í friðarmiðstøðini “Oslosenteret”, sigur við norska blaðið Vårt Land, at álopið í Sri Lanka, rakar mitt í hjartað

Statsleiðarar og kirkjuleiðarar um allan heim fordøma og harmast álopið á kristnar kirkjur og gistingarhús í Sri Lanka í gjár. 

— At hesin yvirgangurin er júst á páskadegi, rakar okkum mitt í hjartað. Á páskum gleðast vit um Jesu uppreisn, vónina og lívið, og so hendir hesin yvirgangurin júst á hesum degi, sigur Kjell Magne Bonedvik.

Hann er í dag nevndarformaður í Oslosentrinum, sum millum annað hevur arbeitt við friði og fólkaræði í Sri Lanka. Sambært Bondevik eru 35 álop gjørd á kirkjur í Sri Lanka seinasta árið.

— Hesi 35 álopini eru álvarsom, tí at tey skapa ein ótta millum tey kristnu í Sri Lanka, sum eru ein minniluti í landinum. Flestu av hesum álopunum hava tó verið móti steinum og bygningum, og ikki í námind so ógvusligar og skipaðar sum yvirgangurin, vit nú eru vitni til.

Bondevik var sjálvur í Sri Lanka fyri bara tveimum mánaðum síðani, og tá upplivdi hann eina ótrygga politiska støðu í landinum.

— Val verður seinni í ár, og tann ótrygga støðan politiskt og átrúnaðarliga er óheppin.

Yvirgangurin gevur meira ótryggleika, heldur Bondevik.


Kristin ringast atsókt í Norðurkorea

Sri Lanka er annars ikki millum tey londini í heiminum, har tey kristni uppliva flestu atsóknir, vegna sína kristnu trúgv. Felagsskapurin Open Doors hevur í fleiri ár gjørt ein lista yvir londini í heiminum, har tey kristnu uppliva flestu atsóknirnar. Á tí listanum er Sri Lanka á einum 46. plássi. Spurningurin er tó, um yvirgangurin í gjár, broytir støðuna hjá Sri Lanka á hesum listanum.

Tað er framvegis Norðurkorea, ið er fremst á hesum listanum hjá Open Doors, har tey kristnu uppliva tær ringastu atsóknirnar. Næst á listanum eru Afganistan, Somalia, Libya, Pakistan, Sudan, Eritrea, Jemen, Iran, India og Sýria.