SUPERLIGAN
Brøndby verður danskur meistari. Seks umfør eru eftir av kappingini, men í Danmark er eingin ivi. Eftir søguliga 5-0 heimasigurin móti argastu kappingarneytunum úr FCK er Brøndby átta stig frammanfyri FCK, og eingin roknar við, at Brøndby fer at kiksa.
Væl umtókti Brøndby venjarin og gentlimaðurin Michael Laudrup roynir at halda sínum monnum í donsku moldini. Alt ber til so leingi, sum tað er teoretiskur møguleiki fyri tí, sigur hann. Sjálvandi er hann ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist at smyrja FCK av. Brøndby hevur ongantíð áður vunnið 5-0 á FCK, og sigurin smakkaði væl.
Brøndby hevur kós ímóti greipuni. Kristi himmalferðardag vunnu teir steypafinaluna ímóti FCM, og um einar tíggju dagar verða teir meistarar.
FCK venjarin, Hans Backe, staðfestir, at tað ikki fer at eydnast hansara monnum at endurvinna meistaraskapin. Hann biður sínar menn heldur líta niður eftir enn at hyggja eftir Brøndby. Hjá FCK ræður tað um at varðveita næstfremsta plássið og harvið at vinna møguleikan at royna seg í innleiðandi umfarinum til europeisku meistarakappingina. Har kiksaði tað rættuliga hjá FCK í fjør.
AaB er argasti kappingarneytin hjá FCK til næstfremsta plássið. Hesa ferð vóru teir í Farum, og tað eydnaðist gestunum at sleppa aftur til Aalborg við teprum 1-0 sigri.
FCM hevur verið í aldudali eftir tapi í steypafinaluni, men hesa ferð megnaðu teir at vinna 1-0 í grannauppgerðini í Silkeborg, sum annars hevur staðið seg ógvuliga væl í vár.
Hjá Esbjerg hevur gingið væl seinastu vikurnar. Ofta plagar tað at hilnast illa hjá teimum móti Viborg, og soleiðis tóktist tað eisini at skula enda hesa ferð. Viborg var á odda 2-0, men gestirnir úr Esbjerg komu afturíaftur, og tað endaði 2-2. Harvið er Esbjerg fýra stig frá bronsukrónunum, sum teir vunnu í fjør, og trý stig frá Royalu kappingini.
Í vetrarsteðginum varð OB roknað millum møguligu meistaraevnini. Síðani vetrarsteðgin hevur tað gingið syndarliga hjá OB. Mánadagin vunnu teir fyri fyrstu ferð í ár. Tað eydnaðist teimum at vinna sera tepurt 1-0 ímóti Randers.
Í AGF er tað ofta turbolent og rokmikið. Soleiðis hevur tað eisini verið seinastu stóru vikuna. Í felagnum vóru teir ikki blíðir, tá ið tað gjørdist alment, at sjey spælarar eftir eyðmýkjandi tapið í Aalborg næstsíðsta vikuskifti ikki høvdu skikkað sær soleiðis, sum tað eigur at verða roknað við at ungir menn, sum hava fótbóltin sum livibreyð gera. Leiðslan í AGF setti sjey spælarar av undan vikuskiftinum, men kortini eydnaðist tað at vinna 2-1 á heimavølli móti Herfølge.
Í botninum eru tað framvegis FCN og Herfølge, sum eru undir strikuni. Einasta annar møguleikin fyri niðurflyting er Randers. Hósdagin skulu Herfølge og FCN spæla um aftasta plássið. Lítil ivi man vera um, at tann, sum fer at tapa í Herfølge hósdagin, fer at flyta niður.
28. av 33 umførum verður hóskvøldið. Tá sær skráin soleiðis út: AGF-Randers, Herfølge-FC Nordsjælland, AaB-Viborg, Esbjerg-Silkeborg, FCM-Brøndby og FCK-OB.