Tíðindaskriv:
Fundurin endaði við greiðari semju um, at arbeiðast skal víðari við at stovna eina geopark fyri alla oynna.
Fundurin varð skipaður av fyrireikingarbólkinum fyri Geopark Suðuroy, sum telur umboð frá Jarðfeingi, Tjóðsavninum, Visit Faroe Islands og SALT. Á fundinum varð greitt frá, hvat ein UNESCO Global Geopark er, hvørjir møguleikar liggja í eini geopark, sum kann mennast til at verða góðkend av UNESCO, og hví Suðuroy hevur serliga góðar fortreytir fyri at gerast ein geopark.
Suðuroy hevur serstøk virði
Á fundinum varð víst á, at Suðuroy er ein jarðfrøðilig náttúruperla í altjóða samanhangi. Oyggin rúmar søgum um elsta partin av Føroyum og um eldgosini, sum vóru við til at mynda Norðuratlantshavið. Samstundis eru náttúra, lívfrøði, mentanararvur og søga tætt knýtt at hesum landslagnum.
Ein UNESCO Global Geopark byggir á tríggjar hornasteinar: vernd av náttúru- og jarðfrøðiligum virðum, útbúgving og miðlan av vitan, og burðardygga menning við støði í staðbundnum tilfeingi. Endamálið er ikki at friða eitt øki, men at skapa menning og virði við støði í teimum serligu eginleikunum, sum økið hevur. Møguleikar fyri ferðavinnu, útbúgving og vinnu Framløgurnar á fundinum vístu á, at ein geopark kann gerast ein felags pallur fyri menning av ferðavinnu, undirvísing, gransking, mentan og vinnu. Møguleikar eru fyri at menna serstakar ferðaleiðir, vitjanardeplar, skeið fyri ferðaleiðarar, skelting og digitala miðlan, eins og ferðavinnupakkar við mati, gisting og upplivingum.
Í kjakinum eftir framløgurnar varð dentur lagdur á, at geoparkin skal gagna teimum, sum búgva í Suðuroy. Arbeiðið eigur at skapa nýggjar møguleikar innan útbúgving, upplivingar, trivnað og vinnu, samstundis sum oyggin verður meira sjónlig sum ferðamál.
Luttakararnir vístu eisini á týdningin av at skráseta og miðla áhugaverd støð innan jarðfrøði, lívfrøði, søgu og mentan, og at marknaðarføra Suðuroynna nógv greiðari bæði innanlands og uttanlands.
Stór undirtøka fyri verkætlanini
Kjakið bar boð um stóra undirtøku fyri ætlanini. Fleiri løgdu dent á, at allar kommunurnar eiga at standa saman um verkætlanina, og at geoparkin eigur at byggja á felags mál, sum øll kunnu taka undir við.
Semja var um, at farið skal verða undir at formalisera arbeiðið. Fyrireikingarbólkurin fer nú at gera tilmæli til kommunurnar, sum kann leggjast fyri á kommunustýrisfundum. Málið er at fáa neyðugu undirtøkuna og fíggingina upp á pláss, so felagið Geopark Suðuroy kann verða stovnað.
Næsta stigið
Arbeitt verður nú víðari við at fyrireika stovnanina av felagnum Geopark Suðuroy. Tá kommunurnar hava givið sína tilsøgn ber til at fara víðari við at fáa til vega fígging, skipa virksemið og teimum fyrstu verkætlanunum. Langsiktaða málið er at byggja upp eina geopark í Suðuroy, sum kann søkja um góðkenning sum UNESCO Global Geopark.
Fyrireikingarbólkurin fyri Geopark Suðuroy Jarðfeingi · Tjóðsavnið · Visit Faroe Islands · SALT










