Nú skal Suðuroyar Vinnulívsfelag stovnast

- Felagið fer at arbeiða fyri at styrkja og menna vinnulívið í Suðuroy, umboða felags áhugamál og skapa betri samstarv millum vinnurekandi, fyritøkur og aðrar viðkomandi partar

- Øll við áhuga fyri vinnulívinum í Suðuroy eru hjartaliga vælkomin til stovnandi fund av Suðuroyar Vinnulívsfelag týskvøldið hin 30. juni klokkan 19. 

 

Fundurin verður á Miðnámsskúlanum í Hovi.

 

Tey, sum hava tikið stig til at stovna felagið, siga, at endamálinum við fundinum er at stovna eitt felag.

 

- Felagið fer at arbeiða fyri at styrkja og menna vinnulívið í Suðuroy, umboða felags áhugamál og skapa betri samstarv millum vinnurekandi, fyritøkur og aðrar viðkomandi partar.

 

Á skránni á stovnandi fundinum fara stigtakararnir eitt nú at greiða frá ætlanini við felagnum, og her verður viðgerð av viðtøkum fyri felagið.

 

- Val verður eiisni av nevnd, og umrøða verður av átøkum, sum felagið skal taka sær av restina av hesum árinum.

 

Á skránni verður eisini ymiskt.

 

- Vit vóna, at nógv vinnurekandi og umboð fyri fyritøkur møta upp á stovnandi fundinum í Miðnámsskúlanum í Hovi, siga stigtakararnir til Suðuroyar Vinnulívsfelag.

 

Og minnist til: Stovnandi fundurin verður týskvøldið hin 30. juni klokkan 19.