Vikuskiftið 5.-7. juni læt framsýningin í Gamla skúla í Leirvík upp, har útvaldir lutir frá útgrevstrinum á Toftanesi í Leirvík verða vístir fram.
- Eisini eru tekstir, sum lýsa teir ymisku lutirnar, umframt stórar myndir av Leirvík frá 1980-árunum.
Í Eysturkommunu vísa tey á, at á myndunum sæst, hvussu útgrevsturin fór fram, men eisini, hvussu Leirvíkin sá út, áðrenn tunnilin kom til bygdina.
- At framsýningin er opin hvørt vikuskifti og eisini uttan fyri vanliga upplatingartíð, um boð verða givin frammanundan, hava serliga nógvir næmingar úr skúlanum í Eysturkommunu gjørt sær dælt av.
Sagt verður, at í vikuni eftir upplatingina vóru fleiri næmingar á gátt saman við lærarum, sum fortaldu teimum um hesar gripir og um, hvussu Leirvík sá út fyri bæði 40 og 1100 árum síðani
- Gamli skúli, sum í løtuni verður brúktur sum savnshøli, rúmaði einaferð sjálvur næmingum, hóast korini tá – og ikki minst plássið, sum tá var til taks – eru nakað øðrvísi enn tey, sum børnini í dag kenna frá skúlanum.
Næmingar úr 3. – 6. flokki hava verið í Gamla skúla og vitjað framsýningina, og á myndunum síggjast børn úr 3. flokki kanna forvitnisligu lutirnar nærri.
Myndirnar av skúlanæmingunum, sum vitjað savnslutirnar, hevur Tórhild Bjarkhamar tikið.
##med2##
##med3##
##med4##













