Tað upplýsir danski verjumálaráðharrin, Jeppe Bruus, í svari til Fólkatingið.
Sambært ráðharranum eru herskyldug við nýggju 11 mánaðir útbúgvingini før fyri at loysa uppgávur, sum ikki krevja serútbúgving. Í Grønlandi fara teir at arbeiða saman við føstum hermonnum og vera partur av samlaðu uppgávuloysnini hjá verjuni.
Í samrøðu við TV 2 sigur Jeppe Bruus, at fyrstu herskyldugu fara til Grønlands longu í endanum av juli. Hann kallar avgerðina eitt nýbrot.
TV 2 skrivaði longu í mars, við støði í trúnaðarskjølum, at ætlanin er at senda umleið 100 herskyldug til Grønlands eftir summarfrítíðina.
Í fólkatingssvarinum verður tó ikki greitt frá um, hvussu nógv herskyldug verða send, ella júst nær útsendingin verður framd.
Í øðrum svari til Fólkatingið verður sagt, at útsendingin er partur av føstu skiftisskipanini hjá donsku verjuni og skal styrkja ta vaksandi hernaðarligu tilveruna í Grønlandi.
Herskyldug fara at vera partur av herdeildum saman við fastsettum hermonnum og loysa tær uppgávur, sum teir eru útbúnir til.
/Ritzau/










