Í Føroyum er eingin yvirskipað innsavnan av ull. Nakrar fyritøkur keypa ull, men nógv fer upp í royk á brennistøðunum. Teir 13-14 ára gomlu næmingarnir hava skotið upp, at ullin verður gjørd til bjálvingartilfar.
Olga Biskupstøð, stjóri á ullafyritøkuni Filana í Klaksvík, sigur, at tey hava kannað møguleikan at gera ull til bjálvingartilfar.
- Í Bretlandi verður øll ull savnað inn, og har eru fyritøkur, sum gera ull til bjálving. Útgerðin til hetta er dýr, og tilfarið verður so dýrt, at tað ikki er heilt kappingarført við eftirgjørda ull. Men í Bretlandi hevur staturin tildømis valt at renovera gamlar kirkjur við seyðaull. Hetta bæði tí tey ynskja at vera umhvørvisvinarlig og fyri at stuðla undir, at ullin verður gagnnýtt, greiðir Olga Biskupstøð frá.
Hon sigur, at bretska fyritøkan eisini keypir ull aðrastaðni frá, og tey hava eisini víst áhuga í føroysku ullini.
- Um vit høvdu eina miðstøð í Føroyum, har øll ull varð savnað inn, so kundi nakað verði nýtt til tógvframleiðslu og restin verið gjørd til bjálving antin her ella aðrastaðni. Men hetta krevur eina lóg, sum ásetir, at øll ull verður fingin til høldar.
Eingin føroyskur áhugi
Olga Biskupstøð hevur saman við øðrum roynt at fingið gamla spinnaríðið í Klaksvík upp aftur at koyra. Men royndirnar hava víst, at tað ikki er lætt at seta ullaframleiðslu í gongd í Føroyum.
- Ullin er ein góð rávøra, og marknaður er fyri henni. Men eingin vil gera íløgu í slíka framleiðslu. Vit hava verið hjá øllum føroysku íleggjarunum, men eingin áhugi er. Fyri veruliga at fáa framleiðsluna upp at koyra, har vit kunnu fáa ullina nappaða í Kina og vaskaða í Íslandi og síðani framleidda í Føroyum, mugu vit hava eina íløgu á tvær milliónir, men hetta letur seg als ikki gera, og tí vænti eg, at vit uppgeva og selja heilt skjótt, sigur Olga Biskupstøð.
Bretsk nýhugsan
Í Stórabretlandi hevur man havt sama trupulleika sum í Føroyum. Bøndir komu í neyð av seyðaull, tí teir fingu so vánaligan prís. Har verður ullin savnað inn í The British Wool Marketing Board í Bradford, sum var sett á stovn í 1950. Hesin felagsskapur selur síðani ullina á uppboðssølu.
Av tí at prísurin hevur verið støðugt fallandi seinastu árini, hava fleiri bretskir bøndir leitað eftir alternativum møguleikum. Sambært BBC verður ull í dag brúkt til millum annað kompostframleiðslu og bjálving. Ein av bretsku bjálvingarframleiðarum er Christine Armstrong og fyritøkan, Second Nature.