Trý føroyingalið vóru í leiki í fyrsta umfarinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Liðið hjá Joan R. Johannesen og Agathu Kjærbæk Djurhuus, KA/Þór tapti úti í Heimey 28-32 fyri ÍBV, ið var á odda 19-15 í steðginum.
Joan skoraði átta mál upp á 10 málroyndir, og var toppskjútti hjá KA/Þór. Agatha skoraði fýra mál upp á seks málroyndir.
Liðið hjá Ingu Mariu Roysdóttir, Stjarnan tapti á útivølli 20-23 fyri ÍR. Tað gekk av skriðuni í fyrra hálvleiki hjá Stjörnuni, ið var aftanfyri 8-15 í steðginum.
Inga Maria skoraði trý mál upp á átta málroyndir, og hon legði eisini upp til tvey mál.
Liðið hjá málverjanum, Mariu Beder, verandi meistararnir, Valur tapti heldur óvæntað á heimavølli 20-25 fyri Selfossi, ið var á odda 14-7 í steðginum. Hafdís Renötudóttir, íslendskur landsliðsmálverji vardi málið hjá Vali í dag.











