Fyrsti dysturin í Burn mansdeildini hetta kappingarárið var leiktur í høllini á Hálsi suður millum Kyndil og Team Klaksvík.
Kyndil vann stórsigur 40-21 aftaná 18-8 leiðslu í steðginum.
Teitur Poulsen Hellisdal var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Við seks málum var Páll Müller toppskjútti hjá Team Klaksvík.
Í morgin klokkan 16 eru tríggir dystir á skránni. Teir eru H71-KÍF, StÍF-VÍF og Neistin-EB. EB er nýggja liðið í deildini, og fer tað at gera kappingina betri og litríkari við átta liðum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og Team Klaksvík:
##med2##












