Mattias og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum

Dysturin var órógvaður av rómaraljósum

Mynd: Västerås SK

Enn eina ferð byrjaði Mattias Hellisdal inni fyri Västerås SK, ið hevði dyst á heimavølli móti oddaliðnum í bestu svensku fótbóltsdeildini, Sirius úr Uppsala.

 

Undan dystinum hevði Sirius tapt tríggjar dystir á rað, og tí høvdu Mattias og liðfelagarnir vónir um, at teir kundu fáa stig móti Sirius í dag. Men oddaliðið kom á sigursslóðina aftur við einum 1-0 sigri. Sigursmálið var skotið tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Annars var dysturin á Hitachi Energy Arena merktur av einum langum steðgi. Áskoðarar sum ikki kenna sær hógv órógvaðu við rómaraljósum, og gekk ein drúgv løta áðrenn dysturin var tikin uppaftur. 

 

Mattias fekk 73 minuttir á vøllinum í dag. Fyri leikliga avrikið fær Mattias karakterin: 6,3 frá Sofascore og 6,1 frá Soccerstand (av 10 møguligum).

 

Västerås SK eru nummar átta í deildini við 29 stigum. Västerås hevur seks stig upp til Djurgården, ið er á triðja plássinum sum gevur evropeiskan fótbólt komandi kappingarár. 

 

Mánakvøldið klokkan 18 hevur liðið hjá Martini Agnarssyni og Áka D. Samuelsen, Mjällby dyst á heimavølli móti IFK Göteborg. 

 

 

 

Mynd: Västerås SK