Tað endaði 2-2, tá ið tað í kvøld var oyggjauppgerð við Stórá í Trongisvági. Úrslitið ber við sær, at FC Suðuroy hevur 14 stig og er á áttanda plássi. TB er aftast við 12 stigum, og 07 Vestur er næstaftast við 13 stigum.
-Tað hevði verið betri, um vit vunnu øll stigini og harvið í kvøld vóru omanfyri strikuna. Talan var um øgiliga hendingarríka og intensa grannauppgerð, og áskoðararnir livdu av álvara við í tí, sum gekk fyri seg á vøllinum. Tá ið teir høvdu javnað til 2-2, løgdu vit nógv fyri í royndini at skora sigursmálið, men tað eydnaðist tíverri ikki. Eg kann ikki annað enn vera nøgdur við hugburðin og tað, sum spælararnir vístu, sigur TB venjarin Thomas Thinggaard í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
Í trimum teimum síðstu umførunum fer TB at spæla ímóti Víkingi (ú), KÍ (ú) og B68 (h).
-Vit rokna framvegis við møguleikanum, hóast tað á pappírinum sær torført út, sigur TB venjarin.
Nikolei Johannesen var komin úr Danmark og heim at hjálpa TB, og tað var hann, sum 10 minuttir undan steðginum legði heimaliðið á odda. Dygst undan steðginum var tað FC Suðuroy liðformaðurin Pætur Augurstinussen, sum javnaði til 1-1.
TB miðverjin Musah Armah, sum stóran part av kappingarárinum hevur verið skaddur, legði eitt lítið korter eftir steðgin aftur heimaliðið á sigurskós. Hetta var fyrsta málið hjá miðverjanum í ár.
Og so var tað innskifti Olivur Renéson Thomsen, sum tíggju minuttir undan leikloki javnaði til 2-2. Stutt undan kappingarbyrjan skifti hann frá TB og til FC Suðuroy. Hann hevur annars bara umboðað TB.
-Tað hevði sjálvandi verið betri at vunnið øll stigini enn eitt stig, men nú eru vit omanfyri strikuna, og so leingi, sum 07 Vestur einki stig vinnur, so vera vit á áttanda plássi, og vit ætla okkum fleiri stig, sigur FC Suðuroy liðformaðurin Pætur Augustinussen.
Í trimum teimum síðstu umførunum fer FC Suðuroy at spæla ímóti EB/Streymi (h), Víkingi (h) og B36 (ú).
TB – FC Suðuroy 2-2 (1-1)
1-0: Nikolei Johannesen 36.
1-1: Pætur Augustinussen 44.
2-1: Musah Armah 58.
2-2: Olivur Renéson Thomsen 81.
Dómari: Alex Troleis
TB: Olivur Øster – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Amidou Diop, Joel Sundström, Eyðtór Joensen –Samudeen Musah
FC Suðuroy: Tróndur Sjúrðarson – Jimmy Abdul, Bjartmar Holm, Dánjal Godtfred, Hunter Bell – Pætur Augustinussen, Olaf Godtfred, John Villi Wøldike Leo, Salmundur Bech, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm