Byggifrøðingur, byggitøkningur el. líkn.:

 

 

Starvslýsing.

 

 

 

Vegna nógvar og avbjóðandi uppgávur hava vit brúk fyri kvalifiseraðum starvsfólki, sum hava nakað av royndum innan byggivinnuna, og sum eru før fyri at arbeiða sjálvstøðugt.

 

 

 

Byggifrøðingur, byggitøkningur el. líkn.:

 

  • Tú hevur praktiskar royndir – er helst handverkari
  • Góð samstarvsevni, og ikki bangin fyri at taka ábyrgd og avgerðir
  • Góðar telduførleikar generelt; serliga innan tekning og planlegging

 

(t.d. AutoCad, Revit, MS-projekt el. líkn.)

 

Arbeiði inniber:

 

  • Stýra einum byggiplássi; inkl. samskifti við byggileiðslu, stýra planlegging, trygd, góðskustýring osv.
  • Tosa við kundar, innheinta prísir, rokna tilboð v.m.
  • Annars allar fyrifallandi uppgávur í samstarvi við leiðsluna

 

 

 

 

 

Løn og treytir verða eftir avtalu millum partarnar.

 

Um tit ynskja at vita meira um starvið kunnu tit ringja til Helga Johannessen, tlf. 218874 ella Karl Johannessen tlf. 252368

 

 

 

Umsóknir við tilhoyrandi prógvum kunnu sendast til:

 

Byggivirkið KBH Sp/f, Oyrarnar 14, 650 Toftir

 

ella sum teldupostur til: helgi(at)kbh.fo

 

í seinasta lagið mikudagin 15. juli

 

 

 

 

 

 

 

Um Byggivirkið KBH:

 

Byggifyritøka við uml. 25-30 starvsfólkum, byggifrøðingur, skrivstovufólk, timburmenn, smiðir og lærlingar.

 

Heimstaðurin (verkstaður og skrivstova) er á Toftum, men arbeiðsuppgávurnar eru ymsastaðni, Serliga í miðstaðarøkinum.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar, men í høvuðsheitum innan betong-, timbur og snikkarafakið.

 

Ofta sum høvuðsarbeiðstakari í samstarvi við fyritøkur innan hini fakini.