Samkomuhús
Herfyri boðaði tann millum manna so kenda Meinigheitin í Hoyvík frá, at samkoman hevur fingið nýtt navn og kallast nú Fríkirkjan Oasan. Orsøkin til navnabroytingina er, at í Hoyvík eru eisini aðrar meinigheitir, og tí varð hildið vera rættast at broyta navnið. Hetta er eisini av praktiskum orsøkum. Haraftrat kemur, at eingin eigur "patent" upp á at vera meiningheitin í Hoyvík, nú fleiri meinigheitir eru.
Men navnabroytingin verður ikki einasta broytingin hjá Fríkirkjuni Oasuni.
Síðan virksemið hjá samkomuni byrjaði fyrst í áttatiárunum, hevur verið húsast ymsastaðni, og seinastu árini hevur samkoman átt bygningin Uppi á Brekku 3 í Hoyvík.
Bygningurin er seldur Balslev, men samkoman fer at halda til har, til nýggju og snotuligu hølini, sum nú verða bygd við fótin á Løgmansbreyt, eru liðug móti sumri.
Vítt til veggja
Jóni Johannesen, fyristøðumaður, sum saman við Hendriki Olsen og Alfredi við Skipá, manna elstaráðið hjá Fríkirkjuni Oasuni, sigur, at samkoman hevur valt at byggja heldur enn at vera verandi Uppi á Brekku.
- Tað var soleiðis, at trý grundøkir lógu uppat hvørjum øðrum, har samkomuhúsið nú verður bygt. Vit áttu tað eina av hesum, men hildu tað vera ov lítið við atliti til ætlaðu byggingina og parkeringsviðurskifti. Tí seldu vit grundøkið og keyptu bygningin á Uppi á Brekku. Seinni vórðu so nevndu trý økir løgd út til tvey í staðin, og vit fingu høvi at keypa slakar 2/3 av hesum. Síðan hava vit selt bygningin Uppi á Brekku og eru farin undir at byggja nýggja samkomuhúsið.
Jóni sigur, at høvuðsbygningurin verður umleið 36x16 fermetrar og kjallarin, sum er í eystara parti av bygninginum, verður umleið 16x16 fermetrar.
- Stoypt verður eisini fyri einum tilbygningi, sum verður einar 10,5x15 fermetrar stórur, men hesin verður helst ikki gjørdur liðugur í fyrsta umfari.
Fyristøðumaðurin sigur, at uppi í arbeiðinum er eisini ein millumbygningur, har inngongd og wc verða, og hesin parturin verður eisini gjørdur liðugur.
- Innilokingararbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at bygningurin er tættur. Tekjan er ikki løgd á, og vindeygu og hurðar eru ikki íkomin. Bygningurin verður taktur, tá ið líkindi verða til tess, og timburmenninir fara at seta vindeygu og hurðar í tíðliga í desember.
Innan eru teir eisini byrjaðir at seta revlar upp.
Stórt tak
Fyristøðumaðurin sigur, at gongst sum ætlað, stendur høvuðsbygningurin klárur at taka í nýtslu komandi summar, men hann væntar ikki, at alt, sum ætlanin er at gera, verður gjørt liðugt í senn.
- Komandi summar verður í fyrstu syfti høvuðsbygningurin liðugur ? við sali, kantinu, inngongd og wc?um. Somuleiðis verður køkurin rættaður av, men tað er ikki vist, hann verður liðugur beinanvegin. Kjallarin verður í fyrsta lagi eitt stórt rúm, sum vit eitt nú ætla at nýta til ungdómin.
Jóni sigur, at samlaða íløgan helst fer at tátta í einar 9 miljónir krónur, tá ið alt er liðugt, og neyðuga innbúgvið er keypt.
Hann væntar, at tann parturin, sum verður gjørdur liðugur fram til komandi summar, fer at liggja um einar 8 miljónir krónur ? við stólum og anleggi.
- Jú, hetta er eitt stórt tak. Tað almenna rindar einki av hesum. Vit hava søkt um stuðul ymsastaðni, men hava ongan stuðul fingið.
Fyristøðumaðurin sigur, at alt arbeiðið verður fíggjað við lántøku, peningi, sum samkoman eigur og við gávum.
- Vit áttu umleið 2,5 miljónir krónur, tá ið vit keyptu grundøkið, sum vit fingu fyri 1,6 miljónir krónur; tá var tað planerað.
Jóni Johannesen sigur, at Articon hava gjørt jørð-og betongarbeiði, og Kristin Johansen og Bjarni Poulsen standa fyri timburarbeiðinum. El-og Tele gera el-arbeiðið, og Reno-Vent tekur sær hita-og saniteti.
- Vit eru eini 80-100 fólk, sum eru meira og minni aktiv í Fríkirkjuni Oasuni, sigur fyristøðumaðurin at enda.