Í næstum verður farið undir arbeiðið at umvæla tekjuna á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík.
- Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.
Í sambandi við arbeiðið at skifta tekjuna verður koyrileiðin millum sløkkiliðsstøðina og FK stongd í byggitíðini.
- Somuleiðis verða parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk.
Í Klaksvíkara kommunu verður sagt, at prísurin fyri verkætlanina verður 722.500 krónur, og arbeiðið fer í gongd í komandi viku.











