Býráðssamgongan virðir ikki náttúruna

Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu, tann 26. feb 2026, legði eg eitt broytingaruppskot fyri býráðið, um at finna aðra staðseting til fjallasúkklubreyt enn við Fjallið og Vesturvarð í Flatnahaga - og mælti frá at taka undir við uppskotinum hjá býráðssamgonguni (Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin).


Um uppskotið bleiv samtykt, vísti eg á, at tað fór at hava sera stórar neiligar avleiðingar fyri reiðfólkini, sum hava skipað seg har í umhvørvinum fyri langari tíð síðani.

 

Ein súkklubreyt og ross hoyra ikki saman - tað er sjón fyri søgn, ross eru flokksdjór og kunnu reagera knapt, og reiðfólk kunna tí missa tamahaldið á rossinum og detta av.

 

Eg ynski einari súkklubreyt vælkomnari - men ikki runt um fjallið, men á Bøllureyni er mítt tilmæli.

 

Men, sum ikki einaferð, eru tey í samgonguni sjálvsøkin og rættvís yvir fyri sær sjálvum, og trumfaðu málið ígjøgnum - sjálvt um tey ikki høvdu arbeitt rætt í málinum og ikki virt mannagongdirnar, tá mann fer út í náttúruna at gera inntriv - tí har eru mannagongdir, sum kommunan skal taka atlit til og virða.

 

Tí førdi eg fram, at mann skuldi søkja friðingarmyndugleikarnar um loyvi, vísandi til § 4, stk. 2, í “Naturfredningsloven”, men tað var ikki neyðugt segði borgarstjórin, tí tað var innangarðs. Tað var beinleiðis skeivt sagt av borgarstjóranum, tí einki eitur innangarðs, tá talan er um Nátturufriðingarlógina.

 

Eg valdi at kæra avgerðina hjá býráðssamgonguni til Náttúrufriðingarnevndina fyri Streymoyar sýslu, sum var jalig í teirra niðurstøðu, men teirra avgerð skuldi víðari - tíbetur til Yvirfriðingarnevndina, sum mannagongdin fyriskipar í slíkum máli.

 

Yvirfriðingarnevndin hevur síðan í skrivi til Sersambandið fyri súkkling og triathlon, dagfest 16. juni 2026, givið eina áheitan ella tilmæli (”Henstilling fra Overfredningsnævnet”), har YFN mælir til, at súkklubreytin verður løgd júst har, sum eg havi mælt til, sitat ..... “På den baggrund er det Overfredningsnævnets umiddelbare opfattelse, at baneanlæggets påvirkning af landskabets særpræg vil være betydeligt mindre ved en placering ved eller mellem vindmøllerne end ved den ansøgte placering.” - og sum ger seg minst inn á náttúruna.

 

17. august fellur endaliga avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini.

 

Hetta vóru tey, sum fóru upp á val fyri at virða og verja náttúruna, men sviku hana, tá á stóð.

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur