Kina fer undir nýggja siglingarleið í Arktis

Global upphiting og smeltaður polarísur hava gjørt, at siglingarleiðin nú er eitt meira realistiskt alternativ til leiðirnar longur suðuri

Kinesiska reiðaríið Sea Legend byrjar nú tað, tey rópa landnyrðingsleiðina til flutning úr Asia og vestureftir.

 

Sambært Financial Times byrjar reiðaríið at sigla farleiðina um Arktis hesa vikuna við einum farmaskipi.

 

- Skipið fer at sigla úr Ningbo á eysturstrondini á Kina til Felixstowe í Stórabretlandi, veit ávísin at siga. 

 

Tá hetta hevur verið eitt øki við nógvum ísi, hevur tað verið ómøguligt at senda handilsskip úr Asia til Evropa um hesar leiðir.

 

Men, global upphiting og smeltaður polarísur hevur gjørt, at siglingarleiðin nú er eitt meira realistiskt alternativ til leiðirnar longur suðuri, veit Financial Times at siga.