Ígjár var greitt, at liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, verandi svensku meistararnir, Mjällby hevði vunnið seg víðari til triðja undanumfarið í Champions League.
Mjällby vann ein samlaðan 3-0 sigur á Lincoln Red Imps úr Gibraltar.
Í komandi umfarinum møtir Mjällby einum gomlum kenningi hjá KÍ í evropeiskum fótbólti, nevnliga Slovan Bratislava úr Slovakia.
Slovan Bratislava vann í øðrum undanumfarinum ein samlaðan 3-1 sigur á georgiska liðnum, Iberia.
Komandi týskvøld klokkan 18 spæla liðini fyrru uppgerðina á Strandvallen leikvøllinum í Hällevik. Týskvøldið 11. august klokkan 18 verður returdysturin leiktur í Slovakia.
Lagt er upp til eina javna og spennandi uppgerð. Slovan Bratislava hevur tó væl fleiri evropeiskar royndir enn Mjällby, ið roynir seg í evropeiskum fótbólti á fyrsta sinni.
Vit í Føroyum kunnu tó bara heppa á Mjällby, ið er einasta vónin fyri, at vit kunnu síggja føroyskar leikarar í deildarspælinum í Champions League.











