Fridrikka Clementsen og liðfelagarnir í ÍBV spældu mikukvøldið dyst á heimavølli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Á vitjan á Hásteinnsvøllinum í Heimey var oddaliðið, FH sum hevði greiða favorittstøðu undan dystinum. Fridrikka spældi allan dystin.
Tá dysturin var hálvrunnin sá tað út til, at tær hjá FH livdu upp til favorittstøðuna, tí í steðginum vóru tær á odda 2-0. FH hevði eisini bóltin meira, og hevði væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
Tá ein tími var leiktur gjørdi FH sjálvmál, og so kom spenningur í uppgerðina aftur. Væl inni í tíðini dómarin legði aftrat eydnaðist tað Allison Grace Lowrey at javna til 2-2, og harvið tryggja heimaliðnum eitt kærkomið stig.
ÍBV er nummar fýra í deildini við 21 stigum. Fremst í deildini eru FH og Breiðablik við 30 stigum hvør.
Fríggjakvøldið 7. august klokkan 19 spælir ÍBV dyst á útivølli móti Grindavík/Njarðvík.











