Aftaná samlaða 0-1 tapið hjá KÍ fyri litavisku meistarunum, Kauno Zalgiris í øðrum undanumfarinum í Champions League fóru nógvir klaksvíkingar at fokusera upp á dystirnar hjá KÍ í triðja undanumfarinum í Europa League.
Tað var næstan givið, at Klaksvík fór at fáa góða vitjan frá næststørsta býnum í Danmark, Aarhus, tí AGF hevði á heimavølli tapt 1-4 fyri pólsku meistarunum, Lech Poznan fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League.
Men AGF framdi eitt satt undurverk í Poznan í kvøld. Teir vendu 1-4 tapinum á heimavølli við at vinna 3-0 í vanligu leiktíðini, og 4-1 á útivølli aftaná longda leiktíð. Sostatt var samlaða støðan javnleikur 5-5. Nú mátti brotssparkskapping til, og hana vann AGF 4-3, og sostatt ein samlaðan 9-8 sigur á Lech Poznan. Í Aarhus Stiftstidende skriva tey um eitt stórt mirakul, og í fótbóltsøra býnum fegnast tey um, at AGF hevur í minsta lagi tryggjað sær eitt deildarspæl í Conference League.
Í triðja undanumfarinum í Champions League møtir AGF Sabah Baku úr Aserbadjan.
Hetta merkir, at KÍ møtir Lech Poznan í triðja undanumfarinum í Europa League.
KÍ spælir fyrra dystin á útivølli í Poznan, hóskvøldið 6. august klokkan 18. Hóskvøldið 13. august verður returdystur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
KÍ stendur sambært dystarskránni til at skula spæla dyst móti HB á vøllinum við Djúpumýru, fríggjakvøldið 7. august. Men tað kann sigast við vissu, at tann dysturin verður fluttur.











