Gunnar og liðfelagarnir máttu lúta fyri ísraelsku meistarunum

Íslendsku meistararnir vóru fyri somu lagnu sum føroysku meistararnir

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá Víkingur Reykjavík í seinna dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League, skuldi royna at vinna seg til triðja undanumfarið í Champions League.

 

Víkingur vann í fyrru uppgerðini á heimavølli 2-1 á ísraelsku meistarunum, Hapoel Beer Sheva. 

 

Returdysturin, ið var leiktur í Szombathely í Ungarn endaði við 2-0 sigri til Hapoel Beer Sheva. 

 

Í 65. minutti javnaði Zahi Ahmad við einum góðum stútara, og so var samlaða støðan 2-2. 15 minuttir seinni skoraði Amir Ganah seinna málið hjá ísraelska liðnum.

 

Gunnar og liðfelagarnir fingu tillutað eitt brotsspark í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, men tíverri tók VAR og broytti dómin til eitt fríspark ístaðin.

 

Í triðja undanumfarinum í Europa League møtir Víkingur Reykjavík sveisiska liðnum, Thun.