Deni er ikki á listanum og Hallur er á beinkinum

Fremsti maður hjá Víkingi hevur spælt lítið í bestu deildini

Klokkan 19 fer Heini Ziska Viðoy at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli. Tað verður finala í kappingini um løgmanssteypið millum Víking og KÍ, og umstøðurnar at spæla fótbólt eru góðar.

 

Á liðuppstillingini er tað hjá Víkingi at leggja til merkis, at Rani Hansen er í álopinum, nú Aron Benjaminsen ikki er við. Hóast 26 ára gamli Rani Hansen sambært FaroeSoccer hevur spælt 40 landskappingardystir í Meistaradeildini, so hevur hann heilt sjáldan verið millum teir fyrstu ellivu.

 

Hjá KÍ er tað merkisvert, at Gaston Nicolas Tellechea og Hallur Hansson eru á beinkinum saman við Jean Carlos De Brito og Deni Pavlovic er ikki á listanum. Gilli Rólantsson Sørensen og Odmar Færø eru miðverjar, Daniel Johansen er á vinstra vongverja, og René Shaki Joensen er á miðvøllinum.

 

Víkingur – KÍ kl. 19.00

 

Dómari: Heini Ziska Viðoy

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Arnbjørn Svensson, Ingi Arngrímsson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Arnór Brandsson, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Rani Hansen, Jørgen Nielsen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

KÍ: Mark F. Jensen  – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gilli Rólantsson Sørensen, Daniel Johansen – Mansour Sinyan, René Shaki Joensen, Oussama Ali – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk

 

Venjari: Magnus Powell