Drotningin fyllir 80

Margreta drotning fyllir í dag 80 ár, og orsakað av koronakreppuni verður føðingardagurin hildin eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Vanligt er, at fólk savnast í slotsgarðinum í Amalienborg at veitra til drotningina, tá hon hevur føðingardag. Av góðum grundum ber hetta ikki til í ár, nú drotningin fyllir runt fyri áttandu ferð, tí at í Danmark kunnu framvegis ikki fleiri enn 10 fólk savnast á sama stað.

Ístaðin verður skipað fyri felagssangi á DR1, og á middegi verður sungin "I dag er det Margrethes fødselsdag".

Skráin hjá DR er í dag á tremur við sendingum um drotningina, nú hon fyllir 80, og kongshúsið hevur boðað frá, at drotningin fer sjálvandi at fylgja við, tá sungið verður fyri henni.

Margreta drotning er fødd 16. apríl í 1940 og gjørdist drotning 22. januar í 1972 eftir pápa hennara, Fríðriki 9.