Ein frálík tíð til hugsavnan og nærveru

- Familjulívið er í hásæti á jólum, og tað er deiligt, sigur Jóhann Lützen.

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Jólini verða hildin í Klaksvík og á Eiði. Vit plaga at pendla ímillum jóladagarnar, so ommur og abbarnir sleppa at forkela synirnar.

Tað sigur Jóhann Lützen í Klaksvík.

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? 

- Jólaaftan verða vit hjá beiggja mínum í Klaksvík. Har verður dunna á skránni. Síðan verður tað sannlíkt ræst kjøt, fleskasteik og kalt borð býtt út á hinar jóladagarnar.

Keypir tú jólagávur?   

- Eg keypi eina jólagávu hvørji jól. Restina keypir konan, sigur hann brosandi.

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?  

- Jólini eru ein frálík tíð til hugsavnan og nærveru. Børnini seta dagsskránna, tú sleppir stýripinninum og fylgir bara við. Familjulívið er í hásæti á jólum, og tað er deiligt, sigur Jóhann Lützen.