Tað hevur verið sera nógv fólk í býnum í Havn í nátt, nú annað jólakvøld var í gjárkvøldið. Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Løgreglan var í býnum, men tað var sera friðarligt í so máta, sigur vaktleiðarin.
Tó so, eitt harðskapsmál var, har ein persónur hevur sligið ein annan um fýratíðina í nátt. Hetta vóru fólk, sum kendust.
Persónurin, sum sló, varð handtikin og liggur og svevur í brummuni á politistøðini, sigur vaktleiðarin. Hann verður skuldsettur um eina løtu og latin leysur.
Annars hevur løgreglan ikki havt tað stóra at gera, tað hevur mest verið smáttaríir, so sum full fólk, sum hava ligið úti og sovið.










