Einki eftirlit er við skipunum

Tað er ógreitt í umhvørvislógini, hvør hevur ábyrgdina og eftirlit við skipunum í Nólsoyarfirði, men eftir hvat skilst, so hevur eingin stovnur skyldu at hava eftirlit við økinum har skipini liggja

Fólk í hópatali ringja til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, tí tey hava ampa av skipunum úti á redini, men tey verða bert víst víðari til Vaktar- og Bjargingartænastuna og Havnarskrivstovuna í Havn.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni sigur, at tey ongar kanningar hava gjørt í Nólsoyarfirði í sambandi við virksemið har.


Umhvørvislógin

røkkur ov stutt

- Umhvørvislógin, sum vit arbeiða eftir, vísir ikki greitt, hvussu langt hon røkkur. Heimildin er ógreið, tá tosað verður um sjógvin, um tað er til strandakantin ella tríggjar -12 fjórðingar út, sigur Bárður Enni.

Hann vísir til Vaktar- og Bjargingartænastuna, sum hevur ábyrgd fyri burturkasti á sjónum.

Annars sigur Bárður Enni, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyrst yvirtekur ábyrgdina fyri burturkastinum, tá tað er komið í land.


V&B - bert tað sum flýtur á sjónum

Elmar Olsen, leiðari á Vaktar- og Bjargingartænastuni, sigur, at hesin stovnur bert hevur ábyrgdina av burturkasti o.ø., sum flýtur í sjónum, og av at havnarskrivstovurnar kring landið hava umstøður at taka ímóti vanligum burturkasti og spillolju frá skipunum.

- Koma vit fram á nakað, so taka vit tað upp, men vit kunnu ikki siga við mannskapið á skipunum, at tey skulu rudda umborð, men skipini hava eisini loyvi at hava burturkastið umborð, sigur Elmar Højgaard.

Á Havnarskrivstovuni í Havn sigur vakthavandi, at skipini regluliga leggja at bryggju, fyri at sleppa av við spillolju og burturkast.


Vanligt burturkast

og spillolju

Hann sigur, at flest øll skipini hava burturkastið í plastposum, eins og vanlig húsarhald, og at bingjur eru tøkar til hetta endamálið. Harnæst eru tangar til spillolju. Eftir hvat skilst, so er einki eftirlit annars við virkseminum úti á Redini.

Fyri tveimum vikum síðani handaði ein arbeiðsbólkur, settur av Landsstýrinum, uppskot um havumhvørvislóg fyri Føroyar. Í hesumuppskotinumverður mælt til at geva Heilsufrøðiligu Starvsstovuni heimildina at kanna sjógvin.