Løgreglan hevur kannað eitt mál, sum skrivað hevur verið um á Facebook í bólkinum Mammur í Føroyum.
Tað er ein mamma, sum skrivaði soleiðis:
Hey tit allar Hetta er bert ein ávaring til allar mammur.
Dótturin og ein vinkona stóðu i bussstopsstaðnum í Hoyvík, tá ein maður steðgar teimum og biður tær koma uppí, og tá tær siga nei, blívur hann óður og koyrir avatað, men vendur oman aftur ímóti teimum. Tíbetur kom bussurin akkurát tá, og tær lupu inn i bussin.
Maðurin var ikki av føroyskum uppruna og hevði en svartan Mercedes bil. Løgreglan er kontaktað.
Vaktleiðarin á politistøðini í morgun sigur, at tey nú hava kannað málið. Hóast fleiri hava meldað slíkan tilburð, so er talan um ein einstakan tilburð, sigur vaktleiðarin. Løgreglan hevur tosað við mannin um tilburðin, sum fór fram á ólavsøku.











