Lech Poznan er favorittur hóast teir eru á útivølli

Her eru oddsini upp á dystin KÍ-Lech Poznan

Í kvøld klokkan 18.30 byrjar seinni dysturin í triðja undanumfarinum í Europa League millum KÍ og Lech Poznan úr Póllandi á Tórsvølli. 

 

Hetta er sjálvandi treytað av, at leiguflogfarið hjá Lech Poznan lendir vesturi í Vágum.

 

Lech Poznan hevur eina 1-0 leiðslu við sær frá fyrra dystinum. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

Hóast KÍ ikki hevur tapt ein evropeiskan heimadyst síðani 2023, og teir hava sjey sigrar og tveir javnleikir í níggju teimum seinastu evropeisku heimadystunum, so hevur Lech Poznan eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 4,33 og 5,70. 

 

Oddsini upp á javnleik - sum sendir pólska liðið víðari í kappingini - liggja millum 4,00 og 4,50.

 

Oddsini upp á útisigur til Lech Poznan liggja millum 1,48 og 1,60.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##