Sunnudagin tekur vetrarskráin hja Svf við og sent verður tá allar dagar í vikuni, eisini mánadag. Byrjað verður ein hálvan tíma fyrr, enn vanligt hevur verið.
Løgtingið eigur senditíðina um dagin yrkadagar. Tróndur Djurhuus, stjóri í Svf væntar, at innan alt ov langa tíð verðir eisini mynd at síggja av tingmonnum. Hetta er tó mest ein spurningur um tøkni.
Dentur verður lagdur á at hava føroyskt tilfar ella føroyskað tilfar. Tað kann verða tekst ella tala. Alt tilfar til børn verður føroyskt ella føroyskað og børnini eiga 8 tímar um vikuna.
Sum nakað nýtt fer Svf at hava endursendingar eisini.
Nú eru 36% av teimum 50 senditímunum um vikuna føroyskt tilfar, ella føroyskað. Harav eru 28% sendingar, ið verða sendar fyrstu ferð. Áður var um 18% føroyskt ella føroyskað tilfar.
Greiðari
Við nýggju sendiætlanini er greiðari býti og lættari hjá hyggjaranum at finna í skránni. Setir ein seg klokkan 18:30 frammanfyri sjónvarpstólinum, so er føroyskt til børnini á skránni. Setir ein seg klokkan 20:00, so er føroyskt til vaksin á skránni. Soleiðis kann tað sigast einfalt.
Evniskvøld um fullveldi og Hvítu
Hyggur ein at skránni, so sæst, at hvørt kvøld frá klokkan 20:00 og nakrar tímar fram, verður sent beinleiðis úr Vørðsluni.
Ein av nýggju táttunum er sendingin Bestubitar, ið er leygarkvøld klokkan 20:00. Hetta er sending, har víst verður úr bandasavninum. Svf hevur brátt 15 ár á baki og fólk skriva ofta inn fyri at ynskja sær ymiskt, ið tey hava hug at síggja aftur. Í sendingini er møguleiki fyri hesum og vertirnir eru teir somu, sum í Svf um Svf.
Komandi mikukvøld hevur Svf evniskvøld um fullveldisætlanirnar og Hvítubók, sigur nýggi tíðindastjórin í Svf, Øssur Winthereig. Í komandi viku eru allir flokkar klárir við sínum viðmerkingum til Hvítubók og við sínum uppskotum og mótuppskotum.
Ætlanin er eisini at gera burturúr, at vit nærkast ártúsundskiftinum, sigur tíðindastjórin. Hetta byrjar um einar 3 vikur. Hann dylur ikki, at ynskiligt hevði verið við tíðindasending, nú sent verður mánadag, men orka er ikki til hetta, men tað kanska kemur, sigur hann.
Tróndur Djurhuus sigur, at sonevndar matsendingar eisini eru á skránni. Sjónvarpið hevur fingið sjónvarpskokkar og væntandi verður sendingin bæði undirhaldandi og lærurík.
Ætlanir eru eisini frammi um at skipa fyri føroyskum spurnarkappingum, men hetta er ikki komið so langt enn.
Tekstur og veður
Sum skilst, so eru rembingar og ætlanir í Svf, ið stevna frameftir. Ætlandi verður tekstvarpið dagført og útbygt, so ymsar upplýsingar fáast har, ið ikki eru í dag. T.d. um flogferðslu og um ítrótt.
Eisini eru ætlanir um at fáa veðurvarp, har fylgisveinamyndir eru, so betri kann greiðast frá og har t.d. upplýsast kann um veður á fiskileiðum. Hetta kemur kanska í oktober.
Í sendingini Grannar okkara er ætlanin at taka ísland við, tí hetta hevur restað í. Avtalur eru gjørdar og tøkniligir trupulleikar burturbeindir, so hetta átti nú at verið gjørligt.
Sum heild ein spennandi og øðrvísi vetur saman við Svf stendur fyri framman.