Tað vísa nýggjastu yngul- og ætikanningarnar hjá havrannsóknarskipinum Jákup Sverri. (Havstovan)
Á Landgrunninum var sera lítið av yngli av toski, hýsu, hvítingsbróðuri og nebbasild. Samlaða nøgdin er tann fjórðlægsta, sum er skrásett, síðani hesar kanningar byrjaðu í 1983. Eisini var yngulin smærri enn vanligt, og tað kann minka um møguleikan hjá honum at yvirliva.
Havstovan vísir á, at vánaligi gróðurin á Landgrunninum í vár hevur givið fiskaynglinum verri føðiviðurskifti. Eisini var djóraætið smátt, og tað bendir á, at føðitilgongdin hjá ynglinum hevur verið vánalig. Hetta kann fáa avleiðingar fyri bæði fisk og sjófugl komandi vetur, og væntandi verður 2026-árgangurin hjá toski veikur.
Á Føroyabanka var myndin hinvegin heilt øðrvísi. Har var nógv meiri gróður, og miðalnøgdin av plantuæti var tvær til tríggjar ferðir størri enn á Landgrunninum. Tað sæst aftur í úrslitunum, har ongantíð áður er skrásett so nógv av bæði toska- og hýsuyngli. Miðaltalið av toskayngli hevur vanliga verið 53 í hvørjum háli, men í ár vóru umleið 4.000 yngul í miðal í hvørjum háli.
Harumframt varð fyri fyrstu ferð skrásett rættiliga nógv av svartkjaftayngli á Føroyabanka. Havstovan væntar tí, at føðiviðurskiftini á Bankanum verða betri komandi vetur enn undir Føroyum, hóast tað ikki kann viga upp ímóti vánaligu støðuni á Landgrunninum.











