Republikanski senatorurin Lindsey Graham deyður, 71 ára gamal

Republikanski senatorurin Lindsey Graham, sum í nógv ár hevur verið ein av nærmastu stuðlunum hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, er deyður, 71 ára gamal.

Fáar dagar undan andlátinum hevði amerikanski senatorurin Lindsey Graham fund við ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj í Kyiv. Graham gjørdist 71 ára gamal. Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

 

 

Tað upplýsir skrivstova hansara í eini fráboðan, sum er løgd út á Facebook.

 

Sambært fráboðanini doyði Graham leygarkvøldið amerikanska tíð eftir stutta sjúkralegu.

 

NBC News skrivar, at bjargingarfólk vóru boðsend eftir fráboðan um hjartasteðg nærindis heimi hansara á Capitol Hill. Enn er eingin almenn frágreiðing um deyðsorsøkina.

 

– Familjan hjá senator Graham takkar fyri tær mongu heilsanirnar og bønirnar og biður um frið og privatlív í hesi truplu tíðini, stendur í fráboðanini.

 

Lindsey Graham var formaður í fíggjarnevndini hjá Senatinum og sat eisini í fleiri øðrum týdningarmiklum nevndum.

 

Hann var ein av fremstu republikansku røddunum í uttanríkis- og verjupolitikki og var virkin stuðul hjá Ukraina. Hann hevði millum annað skotið upp at leggja 500 prosent toll á innflutning úr londum, sum keypa russiska olju, gass ella uran.

 

Fáar dagar undan andlátinum vitjaði hann í Kyiv, har hann hevði fund við ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj.

 

Graham varð valdur í amerikanska Senatið í 2002 og umboðaði síðani statin South Carolina.

 

Fáar dagar undan andlátinum hevði amerikanski senatorurin Lindsey Graham fund við ukrainska forsetan Volodymyr Zelenskyj í Kyiv. Graham gjørdist 71 ára gamal. Mynd: Handout/Ritzau Scanpix