Nýggjur maður er millum KÍ stólparnar

René Shaki Joensen er fyri fyrstu ferð í ár millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ, sum í kvøld er á Argjum, har heimaliðið er væl mannað

Síðsti dystur í 19. umfari  í Meistaradeildini hjá monnum er í kvøld. Fyrsta bríksl inni í Vika á Argjum, har Heini Ziska Viðoy er 23. maður á vøllinum, verður nú klokkan 18.30.  

 

AB hevur 23 stig og er á sætta plássi, og KÍ hevur 34 stig og er næstfremst. Hjá AB eru tað níggju stig fram til fimta plássið, sum Víkingur er á, og hjá KÍ eru tað seks stig fram til toppliðið NSÍ.

 

Tað er nýggjur maður millum KÍ stólparnar á Argjum í kvøld. Í summar varð 24 ára gamli Nicolai Christensen keyptur úr Danmark at vera eykamálverji. Í kvøld verður hann fyrstu ferð í KÍ málinum, og Mark F. Jensen er millum teir, sum sita á beinkinum.

 

René Shaki Joensen hevur seinastu ferðirnar verið løtur í seinna hálvleiki á KÍ liðnum, eftir at hann leingi var skaddur. Í kvøld er René Shaki Joensen millum teir fyrstu ellivu.

 

Hjá AB er Torkil Skála aftur í málinum, eftir at Rói Mørk Hentze seinastu ferðirnar hevur loyst av.

 

Luca Thorstensen, sum man vera ársins spælari higartil í ár, er aftur í høgru, eftir at hann ikki hevur verið við á AB liðnum síðani á ólavsøku.

 

AB – KÍ kl. 18.30

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

AB: Torkil Skála – Jimmy Abdul, Søren N. Samuelsen, Dánjal Danielsen – Luca Thorstensen, Obule Moses, Jón Steingrímsson, Jens Erik Bruhn – Ragnar Skála, Brian Jakobsen, Bjarki C. Nielsen

 

KÍ: Nicolai Christensen  – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, Mansour Sinyan, René Shaki Joensen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettskarð, Erlend Hustad (Dávid Reynheim, 62.)

 

Gult kort: eingin

 

Venjari: Magnus Powell