Eldur kom í bil í Vágum

Eldur kom í bilin beint við tunnilsmunnan

Í morgun kom eldur í ein bil vesturi í Vágum.

Talan var um ein mann, sum var á veg inn í Streymoynna, men beint uttanfyri tunnilismunnan, hoyrdi bilførarin eitt óljóð og tá varnaðist hann, at eldur var í undir bilinum.

 

Men tað var so heppið, at tveir mans, sum koyrdu aftan á, høvdu eldsløkkjara í bilinum og teir bóru skjótt at og fingu sløkt.

Eldurin varð sløktur so mikið skjótt, at bilurin hevur ikki fingið stórvegis skaða.