Fjórða dystin á rað sat Mattias á beinkinum hjá Fredericia

Fredericia er næstfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Tað gongur væl hjá Fredericia í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Ígjár vann Fredericia 3-0 (1-0) á Esbjerg á útivølli, og er Fredericia næstfremst í deildini við 25 stigum. Langt fremst er OB við 34 stigum.

 

Men sæð við føroyskum landsliðsbrillum er ikki so ræðuliga nógv at gleðast um. Dysturin í Esbjerg var tann fjórði dysturin á rað í næstbestu donsku deildini, har Matthias H. Lamhauge sat á beinkinum hjá Fredericia.

 

Mattias bleiv skaddur í einum útidysti í Kolding 2. august, og hann hevur ikki spælt ein dyst í næstbestu donsku deildini í skjótt tríggjar mánaðir.

 

Valdemar Birksø hevur vart málið hjá Fredericia síðani skaðin rakti føroyska landsliðsmálverjan. 

 

Fredericia hevur fimm dystir eftir at spæla áðrenn vetrarsteðgin. Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Fredericia móti Hobro á útivølli.