EM: Skráin fyri bólk C (bólkurin hjá Noregi)

Bólkur C verður leiktur í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo

Mynd: Eurohandball

Hósdagin byrjar EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum. Endaspælið verður leikt í Danmark, Noregi og Svøríki. 

 

Vertstjóðin, Noreg mannar innleiðandi bólk C saman við verandi evropameistarunum, Fraklandi, Kekkia og Ukraina. Frakland má staðfestast at vera favorittur til at vinna bólkin, og Noreg at enda á øðrum plássinum.

 

Bólkur C verður leiktur í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo, ið er sama høll, har okkara bólkur, bólkur D verður leiktur. 

 

Skráin fyri bólk C:

 

15. januar: Frakland – Kekkia, kl. 17.

15. januar: Noreg – Ukraina, kl. 19.30.

17. januar: Ukraina – Frakland, kl. 17.

17. januar: Kekkia – Noreg, kl. 19.30.

19. januar: Kekkia – Ukraina, kl. 17.

19. januar: Frakland – Noreg, kl. 19.30.

 

Mynd: Eurohandball