EM: Sveis hevur eina lítla favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á EM-dystin Føroyar-Sveis

Í annaðkvøld klokkan 19.30 verður sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Tá spæla Føroyar fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum.

 

Mótstøðuliðið í Unity Arena uttanfyri Oslo verður Sveis. Yvir 6.000 føroyskir áskoðarar fara at stuðla okkara monnum.

 

Sveis hevur eina lítla favorittstøðu hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 2,60.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 8,25.

 

Miðaloddsini upp á sveisiskan sigur eru 1,73.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##