Iran hevur lopið á fleiri amerikansk mál í Miðeystri

Sagt verður, at talan er um amerikanskar støðir bæði í Kuwait, Bahrein, Jordan og Irak

Í morgun sigur iranska kollveltingarhirðin, at landið hevur lopið á amerikanskar herstøðir í fleiri londum í Miðeystri.

 

Sagt verður, at talan er um amerikanskar støðir bæði í Kuwait, Bahrein, Jordan og Irak.

 

Seinastu dagarnar hava fleiri álop verið í Miðeystri - bæði frá USA og Iran.

 

Eitt nú leyp USA á fleiri mál í Hormussundinum í gjár, og hetta hevur fingið Iran at fremja hevndarálop á amerikanskar herstøðir.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ávarað Iran um, at landið fer at herða álopini, um Iran hevnir seg.