Í gjár var Sverri Láadal framvið hjá Gerhardi Lognberg, fyrrverandi borgarstjóra í Skopun.
Ørindini vóru at handa Gerhardi ein stóran nagla, ið er av sluppini, Golden Harp, sum hevur ligið sokkin á Hvalvíkini í meira enn 100 ár.
- Hetta er ein nagli, sum eg sjálvur havi tikið úr sluppini, og sum eg ynski at geva savninum, Selatraðneystinum.
Soleiðis skrivar Sverri Láadal á sínum Facebook-vanga.
Her er eisini ein mynd av Sverra og Gerhardi, har Gerhard stendur við einari heilsan, sum Sverri hevur skrivað - og stóra naglanum.
- Nú er tað so, at eg havi eitt sindur við Skopun at gera, og skopuningar áttu í sluppini, Golden Harp, eins og modellið av henni hongur í kirkjuni í Skopun.
##med2##
Sverri Láadal leggur aftrat, at Golden Harp rak á land í Hvalvík í 1924 og gjørdist vrak.
- Vrakið gjørdist okkara besta spælipláss, tá vit vóru dreingir í Hvalvík. Dekkið varð tikið úr, og vit sigldu inni í henni við flakum og tunnubátum, leggur hann aftrat.










