Ljóð frá spreinginum eru hoyrd nærindis iransku oljuoynni Kharg leygardagin.
Reuters skrivar við iransku tíðindastovuni Fars sum keldu, at enn er ógreitt, hvat hevur elvt til brestirnar.
Ein tíðindamaður hjá Fars sigur sambært Reuters, at brestirnir tykjast koma úr Persaflógvanum, men at eingin roykur er at síggja.
Iranski miðilin Nournews skrivar, at óváttaðar upplýsingar frá lokalum keldum siga, at eitt iranskt tangaskip kann vera rakt av einum amerikanskum raketti nærindis Kharg.
Kharg liggur í Persaflógvanum umleið 30 kilometrar úr iransku strondini. Oyggin hevur stóran týdning fyri iranska oljuframleiðslu og oljuútflutning.
Mánanáttina almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt AI-gjørt sjónband, sum skuldi ímynda eitt álop á Kharg. Í tekstinum til sjónbandið skrivaði Trump, at Kharg fór at verða »sprongd í smálutir«.
Sunnukvøldið leyp USA á tveir rakettpallar á iransku oynni Larak. Hetta vóru fyrstu amerikansku álopini á Iran síðani seinast í juli. Iranska kollveltingargardan svaraði síðani aftur við álopum á amerikonsk mál, millum annað í Jordan.
Í mars framdi amerikanski herurin eitt stórt álop á Kharg. Sambært Trump vórðu øll hernaðarlig mál á oynni løgd í oyði, meðan oljuídnaðurin varð spardur.
##med2##
##med3##
##med4##
/Ritzau/













