Stúgvandi fult er í morgun til ókeypis morgunmatin, sum er partur av Vestmannadøgunum.
Felags morgunmaturin er eitt av tiltøkunum á skránni í dag, nú nógv virksemi er í bygdini í sambandi við Vestmannadagarnar.
Og seinni í dag verður eisini avdúkað, hvør verður kosin ársins vestmenningur.
Vestmannadagarnir hava verið hildnir síðani mikudagin og halda fram til sunnudagin.
Nógv tiltøk eru á skránni í Vestmanna í dag, og leygardagurin er tann mest rúgvumikli dagurin á Vestmannadøgunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##



















