At hava bil er hjá nógvum neyðugt, sum summi halda at okkurt slag av frælsi er knýtt av at eiga bil.
Sambært fólkateljingini hjá Manntali, so er bilur næstan í hvørjum húski. 85% av øllum í landinum hava ein ella fleiri bilar.
Sambært fólkateljingini sæst, at í øllum økjum í Føroyum hava umleið helvtin av øllum húskum ein bil. Bara í Eysturoynni og Norðstreymi er tað undir helvtin av húskinum, sum bara hevur ein bil. Afturfyri eru tað fleiri húski her, sum hava tveir ella tríggjar bilar. Húskini í Eysturoynni hava flestar bilar. 90 av øllum húskum í Eysturoynni hava ein ella fleiri bilar. Hinvegin er tað í Sandoynni, at fæst húski hava bil. 80% av húskjunum í Sandoynni hava ein ella fleiri bilar.
Um vit hyggja eftir ognarviðurskiftum er munur millum húskini, sum eiga sítt egna býli og tey, sum leiga. Bólkurin annað er rættuliga lítil. Her sæst, at at 68% av húskjunum, sum búgva til leigu, áttu ein ella fleiri bilar. Og afturímóti vóru tað 87% av eigarunum, sum átti ein ella fleiri bilar.