Tíðindastovan AFP hevur gjørt eina greining yvir talið av russiskum dronuálopum á Ukraina í august samanborið við aðrar mánaðir.
Greiningin vísir, at Russland sendi nógv færri dronur í august enn í juli.
Sambært ukrainsku loftverjuni framdi Russland tilsamans 4132 dronuálop móti Ukraina í august, og hetta er 34 prosent færri enn í juli, tá talið av dronuálopum setti met.
Hósdagin fara londini í Evropa, sum stuðla Ukraina móti russiska álopskrígnum, at fundast í Fraklandi.
- Evnið á fundinum verður trygarváttanir til Ukraina og mótviljin hjá Russlandi at fara undir eina friðartilgongd, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.